400 milliónir í yvirskoti á handilsjavnanum

400 milliónir í yvirskoti á handilsjavnanum
Í fjør útfluttu Føroyar fyri 6,3 mia. kr. og innfluttu fyri 5,9 mia. Í 2013 var hallið á handilsjavnanum 186 milliónir
Yvirskotið á handilsjavnanum var 400 milliónir í 2014. Laksurin stóð fyri størsta vøkstrinum
 
19.02.2015 - 12:18

Føroyar høvdu 400 milliónir krónur í yvirskoti á handilsjavnaðanum í fjør, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni í dag.

Árið fyri, tað var í 2013, var hallið 186 milliónir á handilsjavnanum. Orsøkin til, at hallið í 2013 er vent til avlop í 2014 er, at útflutningurin er vaksin, meðan innflutningurin er minkaður.

Á útflutningssíðuni er tað laksurin, sum stendur fyri størsta vøkstrinum. Í 2014 útfluttu Føroyar laks fyri næstan 3 milliardir krónur, og er tað ein hálv milliard meira enn í 2013.

Útflutningurin vaks í 2014

Samlað vaks útflutningurin í 2014 við 174 milliónum. Á innflutningsíðuni er tað skipainnflutningurin sum er nógv minkaður. Úr 800 milliónur í 2013 niður í 200 milliónir í fjør. Innflutningurin minkaði samanlagt 415 mió. kr.

Seinastu 10 árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og í fjør. Í 2007 var størsta hallið nakrantíð, næstan hálvaaðru milliard, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Handilsjavnin er munurin í pengavirði á útflutningi og innflutningi av vørum. Tá avlop er á handilsjavnanum, merkir tað sostatt, at útflutt er fyri meira, enn innflutt er fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227