Góður fiskiskapur í Nýfundlandi

Góður fiskiskapur í Nýfundlandi
Tá vikan er av, verður ikki nógv eftir av toskakvotuni á Flemish Cap. Føroyska toskakvotan er um at vera uppi
Fiskiskapurin í Nýfundlandi er góður. Tá vikan er av, verður ikki nógv eftir av toskakvotuni á Flemish Cap
 
19.02.2015 - 09:02

Fýra línuskip fiska góð 2.000 tons, og seks trolarar fiska, ella eru á veg yvir eftir góðum 1.000 tonsum. Tí verður ikki nógv í part hjá trolarunum, meðan línuskipini fáa frægari burturúr.

Fýra línuskip fóru yvir fyrst í januar. Klakkur, Eivind og Kambur frysta fiskin umborð. Tey skipini hava landað einaferð í St. Pierre. Tey høvdu millum 190 og 245 tons, sum svara til umleið 900 tons í rundum fiski.

Váðasteinur, sum ísar fiskin, var í Føroyum og landaði 250.000 pund, og fór síðani aftur til Nýfundlands. Váðasteinur fekk 14 kr. í miðal fyri fiskin í Føroyum. Hini línuskipini fingu góðar 20 kr. fyri kg í St. Pierre.

Feløgini selja sjálvi fiskin

Feløgini taka sær sjálvi av at selja fiskin, og nakað av frysta fiskinum er keyptur til Føroya. Annars er fiskurin seldur til fleiri lond, USA, Kanada, Íslands, Noregs, Hollands og Polands.

Fiskurin sum skal til Føroya fer úr Halifax í morgin við einum skipi hjá Eimskip Øll fýra línuskipini fiska í løtuni á Flemish Cap, og fara at sigla heim, tá kvotan er uppi. Tey fáa neyvan uppí seinna túrin.

Veðrið hevur verið hampiligt á Flemish Cap tað mesta av tíðini, men seinastu dagarnar hevur viðrað illa. Nógvur fiskur er at fáa, og av tí sama hava skipini ikki roynt við stórt meir enn einum triðingi av línuni. Tá hevur verið lagt stilt at reinsa.

Seks trolarar fiska 1.000 tons

Ikki færri enn seks trolarar skulu fiska tey gott 1.000 tonsini, sum trolararnir fingu, tað svarar til eini 800 tons av kruvdum og avhøvdaðum fiski. Vesturleiki, Brestir og Sjagaklettur, sum frysta fiskin umborð, byrjaðu fiskiskap á Flemish Cap sunnukvøldið.

Tríggir aðrir trolarar, Føniks, Heykur og Falkur, sum ísa fiskin umborð, eru á veg yvir á Flemsh Cap, og byrja fiskiskap ein av fyrstu døgunum.

Skipini fiska av felagskvotu, og teir sum komu fyrst yvir, hava møguleika at fiska í nakrar dagar, áðrenn hinir koma yvir. Tað verður ikki nógv í part hjá trolarunum, nakað omanfyri 100 tons, ella góð 200.000 pund.

Fiskiskapurin á Flemish Cap er óføra góður. Línuskipini fáa millum 40.000 og 60.000 pund um dagin, og trolararnir fáa upp í 70.000 pund um dagin. Okkurt um 200 tons eru eftir av kvotuni hjá línuskipunum, upplýsir Vørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840