Tikið ímóti umleið 50.000 tonsum higartil í ár

Tikið ímóti umleið 50.000 tonsum higartil í ár
Leiðslan á Havsbrún er vælnøgd við gongdina higartil í ár
Havsbrún hevur tikið ímóti umleið 50.000 tonsum higartil í ár
 
22.02.2015 - 16:02

Havsbrún hevur higartil í ár tikið ímóti umleið 50.000 tonsum av uppsjóvarfiski, og tað er virkið nøgt við. Umleið ein fimtingur, ella 10.000 tons eru frá útlendskum skipum.

Odd Eliasen, stjóri sigur, at tað sum virkið higartil hevur fingið, er á góðari leið.

Hann vísir á, at svartkjaftakvotan er stór, hóast eingin semja er um býtið enn, so tað skuldi borið til at fingið væl aftrat.

Í fjør tók Havsbrún imóti sløkum 200.000 tonsum av fiski, so higartil hevur virkið tikið ímóti einum fjórðaparti av tí sum virkið fekk í fjør.

Og hevði Havsbrún fingið somu nøgd í ár, so er á góðari leið, sigur stjórin.

Tað mesta av fiskinum sum Havsbrún tekur ímóti, fer til fóður, og virkið seldi í fjør 86.000 tons av alifóðri til føroysku alivinnuna.

Tað hevur gingist væl, og virkið fær meginpartin av mjølinum, sum verður nýtt til alifóður, burturúr egnari rávøru. Tað hevur stóran týdning, ikki minst tá talan er um føroyska laksin, sum hevur gott orð á sær uttanlands.

Odd Eliasen sigur, at virkið selur nakað av fóðri uttanlands, men virkið hevur lagt seg eftir at selja fóður til føroysku alivinnuna, so tað sum fer uttanlands er lítið av samlaðu søluni. 

Havsbrún hevur orku til at gera eitt sindur av fóðri aftrat, men kortini eru ongar ætlanir um at byggja út. 

- Tað sær út sum at føroyska alivinnan hevur komin í eina javna legu, og skuldi virkið bygt út, so hevði tað verið til útlendska marknaðinum, og tað er ikki ætlanin í løtuni, sigur Odd Eliasen.

Virkið hevur stóra orku, tá talan er um at taka ímóti fiski. Var fiskur hvønn dag, so hevði virkið kunnað tikið ímóti 600.000 tonsum um árið, og í fjør fekk virkið bert ein triðing av tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804