Fyrst segði stjórin upp: Varastjórin fer eisini

Fyrst segði stjórin upp: Varastjórin fer eisini
Bert eina viku eftir at stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur sagt seg úr starvi, boðar varastjórin frá, at hann eisini fer úr starvi
Starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum fáa bæði nýggjan stjóra og varastjóra í næstum. Fyri viku síðani segði stjórin upp, og nú hevur varastjórin eisini sagt seg úr starvi
 
27.02.2015 - 14:52

Anders Bøgesvang gevst ikki í starvinum alt fyri eitt, hóast hann hevur sagt seg úr starvinum sum varastjóri við læknafakligari bakgrund. Tað er ikki endaliga ásett enn nær Anders Bøgesvang fer frá, boðar Landssjúkrahúsið frá.

Tað er fyri at tryggja best møgulig støðug viðurskifti og framhald í virkseminum hjá stjórn og rakstri á Landssjúkrahúsinum, og fyri at fáa skotbrá at seta annan varastjóra.

SÍ EISINI Stjórin á Landssjúkrahúsinum sagt seg úr starvi

Anders Bøgesvang hevur verið fyribilssettur varastjóri hálva tíð í okkurt um eitt ár. Hann arbeiðir annars sum serlækni í Haugesund í Noregi.

Umframt stjóran, Sigurð Ólason Vang, sum eisini hevur sagt upp, umfatar sjúkrahússtjórnin varastjóra við læknafakligari bakgrund, sum enn er Anders Bøgesvang, og varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund, sum er Naina Túgvustein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846