Samgongan má bera semjuna gjøgnum tingið

bannari
Samgongan má bera semjuna gjøgnum tingið
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sigur, at sínar royndir at finna breiðar semjur bera ongantíð á mál
 
12.03.2015 - 15:44

Tað finst eingin breið semja um eina fiskivinnunýskipan, og tí má samgongan taka seg saman og bera málið ígjøgnum løgtingið.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Hann sigur, at sínar royndir at finna breiðar semjur bera ongantíð á mál. Jenis av Rana vísir á málið um stjórnarskipanina, pensjónsmálið og seinastu trý árini um fiskivinnunýskipan.

Uppskotið um at vera liðugt

Jenis av Rana sigur, at uppskotið um fiskivinnunýskipan er at kalla liðugt. Arbeiðið er ikki endað, tí andstøðan skuldi hava møguleikar at gera viðmerkingar til tað.

Tað skuldi bara tikið eina løtu at gjørt uppskotið liðugt, og so borið tað í løgtingið, og tað helt Jenis av Rana eisini, at semja var um á samgongufundinum fríggjadagin.

Og tað er tað sum Miðflokkurin mælir til, sigur hann. 

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541