Skulu ikki gjalda eftirløn av samsýningini

Skulu ikki gjalda eftirløn av samsýningini
Politiski viljin er, at tey, sum ansa gomlum fólkum heima, skulu ikki gjalda eftirløn av samsýningini, men lógin er farin úr gildi
 
13.03.2015 - 07:58

Fólk, sum fáa samsýning fyri at ansa gomlum fólkum ella óhjálpnum heima, eiga at gjalda eftirløn av samsýningini.

Men tað er ikki politiska ætlanin, at tey eiga at gera tað. 

Vansin er bara tann, at lógin, sum sigur, at eftirløn skal ikki rindast av slíkum samsýningum, er farin úr gildi. Hon fór úr gildi á nýggjárinum.

Kemur til viðgerðar í dag

Fyrsta mál á dagsskránni hjá løgtinginum í dag er eitt uppskot frá Fíggjarmálaráðnum um, at samsýningar fyri at ansa eftir fólkum heima við hús framvegis eru undantiknar eftirlønargjaldi, nú kommunurnar hava eldrarøkt og heimarøkt, og tí gjalda samsýningarnar.

Almannamálaráðið boðaði hálvan desember í fjør Fíggjarmálaráðnum frá, at lógin um undantak frá eftirlønarlógini fór úr gildi á nýggjárinum.

Tí bar ikki til hjá Fíggjarmálaráðnum at lata løgtinginum uppskot um broyting, sum skuldi koma í gildi 1.januar uttan at víkja frá øllum freistum. Avleiðingin er, at lógin um eftirløn vísir til eina aðra lóg, sum fór úr gildi 1.januar. 

Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum er tí ikki undantikið eftirlønargjaldi longur, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Skal hava afturvirkandi gildi

Av tí at talan er um eina lógarbroyting, sum er til fyrimunar fyri borgaran, mælir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum til, at broytingin virkar frá 1.januar.

Fær lógarbroytingin ikki afturvirkandi virknað, noyðist TAKS, fyri at halda eftirlønarlógina, at krevja eftirlønargjald av samsýningunum frá 1.januar til dagin, lógarbroytingin kemur í gildi.

Fyri at sleppa undan tí, skal lógarbroytingin tí koma í gildi 1.januar. 

Mál fara í Fíggjarnevndina

Á tingfundinum í dag eru mál til viðgerðar, sum skulu í Figgjarnevndina, fimm uppskot hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, og tvey uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi, annað um fíggjarligt váðaráð, og hitt er um at tryggja Føroyum fíggjarligan haldføran búskap.

Løgtingsfundurin í dag byrjar klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650