Løgmaður ber seg undan at svara

Løgmaður ber seg undan at svara
Løgmaður vil ikki svara einum grein 52 fyrispurningi frá Kristinu Háfoss. Løgmaður heldur, spurningurin eigur at setast í Fíggjarnevndini
Løgmaður vil ikki svara einum grein 52 fyrispurningi frá Kristinu Háfoss í Tjóðveldi um broytingar í lógini um peningastovnar í Føroyum. Fíggjarnevndin er rætta forum, heldur løgmaður
 
07.04.2015 - 13:05

Løgmaður vil ikki svara einum grein 52 fyrispurningi frá Kristinu Háfoss í Tjóðveldi um broytingar í lógini um peningastovnar í Føroyum, ið landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Lógarverkið er umfatandi - broytingarnar og viðmerkingarnar eru tilsamans 1620 síður.

Kristina Háfoss í Tjóðveldi vildi hava at vita frá løgmanni, hví landsstýrið hevur lagt uppskotið fram, hóast løgfrøðiligu serfrøðingarnir í landsstýrinum vísa á, at uppskotið flytur lóggávuvald frá løgtinginum til danskan ráðharra.

Løgmaður: Fíggjarnevndin er rætta forum

Kristina Háfoss spurdi eisini, hvussu landsstýrið ætlar at bera seg at í teimum førum, Danmark flytur sítt lóggávuvald til ES, meðan Føroyar enn eru undir danskari lóggávu. Men Kaj Leo Holm Johannesen ber seg undan at svara.

Løgmaður sigur, at málið er í fíggjarnevndini, har Kristina Háfoss eisini er limur. Fíggjarnevndin er rætta forum at seta slíkar spurningar, sigur løgmaður.

Løgmaður vísir á, at málið longu hevur verið til umrøðu í fíggjarnevndini, har eitt nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, løgmaður og umboð fyri peningastovnarnar hava svarað spurningum frá nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356