Tvær frágreiðingar leggjast fram

Tvær frágreiðingar leggjast fram
Tvær frágreiðingar verða lagdar fram í Løgtinginum fyrrapartin í dag, sum eru grundarlag undir tveimum aðalorðaskiftum, sum verða í næstu viku
Tvær frágreiðingar, ið verða grundarlag undir tveimum aðalorðaskiftum í næstu viku, verða lagdar fram í løgtinginum í dag
 
10.04.2015 - 08:12

Løgmaður fer at leggja fram sínar uttanríkispolitisku ætlanir fram á løgtingi. Løgmaður sigur, at hann heldur, at Føroyar sjáldan áður hava rokkið so góð úrslit á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið.

Løgmaður nevndi millum annað fríhandilssáttmálan við Turkaland, landgrunsmálið og silda- og makrelmálið.

Hann viðgongur tó, at avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska pallinum framvegis eru stórar, og tí sigur hann seg vóna, at aðalorðaskiftið um frágreiðingina, sum verður mánadagin, verður eitt kveikjandi kjak.

Heildarætlanin um kynsligan ágang eisini løgd fram

Hin frágreiðingin, sum verður løgd fram í dag, er heildarætlanin um kynsligan ágang, sum landsstýriskvinnan í almannamálum fekk í mars.

Átta átøk eru í heildarætlanini, og arbeiðsbólkurin, sum gjørdi heildarætlanina, metti, at tey fara at kosta 4,8 mió. kr. býttar millum árini 2016, 2017 og 2018.

Átøkini fevna um viðgerðartilboð, upplýsing og kunning, tilbúgvingarætlan, átøk, sum venda sær til fólk og felagsskapir, sum fáast við børn í frítíðini, og átøk fyri fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum.

Peningurin má finnast

Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur sagt, at tey átta átøkini eiga at setast íverk, og at pengar mugu finnast til hetta.

Í álitinum um kynsligan ágang var spurningin um fyrningarfreist viðgjørdur, men greið støða var ikki tikin til, hvørt fyrningarfreistin í málum um kynsligan ágang eigur at verða tikin av ella longd.

Annika Olsen, landsstýriskvinna segði fyri nøkrum vikum síðani, at hon vónar, at spurningurin um fyrningarfreist og spurningurin um hvørt revsiramman kann hækkast, verður ein partur av aðalorðaskiftinum, sum verður týsdagin í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878