- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir

Tað er eitt 'hol í lógini,' tá ið ræður um langtíðarleigu
Skattafrádrátturin upp á 100.000 krónur til teirra, sum leiga út til langtíðarleigu, í staðin fyri at leiga út til Airbnb, røkkur ikki sínum endamáli. Til ber nevniliga at skifta millum langtíðarleigu og stutttíðarleigu og framvegis varðveita skattafrádráttin.
Eitt 'hol í lógini' ger, at leigar tú út til fastbúgvandi í minsta lagi tríggjar mánaðir um árið, so hevur tú lokið treytirnar til langtíðarleigu, og so ber til dømis til aðrar mánaðir í árinum leiga út til ferðafólk og áseta eina nógv hægri leigu, og eisini fáa nógvar pengar inn tann vegin.
Við øðrum orðum: spekulantar kunnu skora kassan, og tað er framvegis trupult hjá fleiri føroyingum at leiga eina íbúð allar 12 mánaðirnar í árinum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðamálum, og løgtingsfólkini Grímur Sundstein og Bjørg Brynhildardóttir Egholm vera í útvarpsstovuni.
Breddin klokkan 10.



























