Naina Túgvustein fyribils landssjúkrahússtjóri

Naina Túgvustein fyribils landssjúkrahússtjóri
Naina Túgvustein er sett sum fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum. Tí boðar Heilsumálaráðið frá í dag.
 
04.05.2015 - 13:02

Sigurð Ó. Vang, segði seg herfyri úr starvi, sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, til fyrsta juni.

Fyri at tryggja støðug viðurskifti og styrkja sjúkrahússtjórnina í skiftistíðini hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum í dag sett Nainu Túgvustein sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum til nýggjur stjóri tekur við. Tað skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Naina Túgvustein hevur verið partur av sjúkrahússtjórnini á Landssjúkrahúsinum seinastu seks árini.

Fráfarandi sjúkrahússtjórin, Sigurð Ó. Vang, verður serligur ráðgevi hjá sjúkrahússtjórnini, til hann tekur við øðrum starvið um mánaðarskifti.

Samstundis er avtala gjørd við Høgna Djurhuus, yvirlækna, um at virka sum varastjóri við læknafakligari bakgrund komandi tríggjar mánaðirnar, harav fyrsta mánaðin saman við fráfarandi varastjóra Anders Bøgesvang. 

Broytingarnar koma í kjalarvørrinum av, at Sigurð Ó. Vang og Anders Bøgesvang hava sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum frá 1. juni 2015. 

Søkt hevur verið eftir nýggjum sjúkrahússtjóra, men er ikki møguligt at fáa starvið sett til 1. juni, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815