Vesturskúlin skal hava nýtt navn

Vesturskúlin skal hava nýtt navn
Finn uppá eitt nýtt navn til Vesturskúlan í Havn og vinn 5000 krónur
 
15.05.2015 - 07:46

Tórshavnar Kommuna skipar nú fyri navnakapping í sambandi við, at kommunan fer undir at byggja nýggjan fólkaskúla. 

Skúlin, sum vanliga ber heitið, Vesturskúlin, skal hava navn, skrivar Tórshavnar Kommuna til fjølmiðlarnar í tíðindaskrivi. 

Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri gøtunavnanevndina at taka støðu til og 5000 krónur verða latnar til vinnandi navnið.

Kommunan setur sum treyt, at navnið skal vera lætt at siga og ikki vera ov langt. Orðið "Skúli" skal annaðhvørt vera í heitinum - ella skal navnið vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, at talan er um ein skúla.

Freistin at senda inn uppskot er týsdagin 26. mai 2015. Síðani verða uppskotini viðgjørd og navnið avdúkað. 
Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360