Eygleiðarar: Fólkatingsval útskrivað fyrsta dagin

Eygleiðarar: Fólkatingsval útskrivað fyrsta dagin
Stjórnin fer í dag at almannakunngera eina frágreiðing, sum vísir, at kreppan er av
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fer at skriva út fólkatingsval fyrsta dagin, vænta eygleiðarar
 
26.05.2015 - 07:47

Roknað verður fyri vist, at danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, fer at útskriva fólkatingsval fyrsta dagin. 

Tað meta eygleiðarar, eftir at danski innanríkis- og búskaparmálaráðharrin, Morten Østergaard, í gjár avblásti kreppuna, sum hevur verið seinastu árini.

Hann grundgav avgerðina við, at 38.000 fleiri hava fingið arbeiði frá miðskeiðis í 2013 til árslok í fjør, og tá er Danmark ikki longur í kreppu, sigur hann.

Vánaligar meiningakanningar

Men ein bági er, og tað er at stjórnin stendur seg ikki serliga væl í meiningakanningunum, og eftir teimum at døma, verður tað blái vongurin, sum fer at vinna valið.

Fyrrapartin verður tíðindafundur á Christiansborg, har stjórnin fer at almannakunngera eina búskaparfrágreiðing, sum skal vísa framgongdina í Danmark.

Og tá hon er almannakunngjørd, vænta eygleiðarar, at val verður útskrivað ein av fyrstu døgunum.

Seinasta meiningakanningin vísir, at blái vongurin í fólkatinginum fær 54,3 prosent av atkvøðunum, og reyði vongurin 45,6 prosent. Tað hevði givið andstøðuni 96 sessir og samgonguni 79 umboð í fólkatingið.

Tað er Voxmeter sum hevur gjørt kanningina, og tann triðja á rað, har munurin er so stórur.

Eftir eini kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2, er munurin ikki so stórur. Sambært henni fær andstøðan 52 prosent og samgongan 48 prosent av atkvøðunum.

Útlendingar flestu arbeiðsplássini

Hóast danska stjórnin hevur avlýst kreppuna, so eru ikki øll eins væl nøgd.

M.a. vísir Danska Arbeiðsgevarafelagið á, at av teimum næstan 40.000 nýggju arbeiðsplássunum, sum stjórnin sigur eru fingin til vega í privatu vinnuni, hava útlendingar fingið meiri enn 30.000.

Tað er ikki ein nøktandi gongd fyri danska samfelagið, sigur Danska Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602