Russisku matvørumyndugleikarnir siga kortanei

Russisku matvørumyndugleikarnir siga kortanei
Men Kina góðtekur, at fiskur hjá grønlendskum skipum kemur úr Føroyum til Kina við heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu
 
01.06.2015 - 08:27

Russiski matvørumyndugleikin krevur váttan frá danska Fødevarestyrelsen, skal fiskur hjá grønlendskum verksmiðjuskipum flytast úr Føroyum til Russlands.

Skal umvegis Danmark

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greitt fingið at vita frá russiska matvørumyndugleikanum, at Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki kann skriva heilsuváttan fyri grønlendska ella danska vøru í Føroyum. 

Skal vøran til Russlands, skal hon hagar umvegis Danmark, so Matvørustýrið sleppur fram at vøruni har, áðrenn heilsuváttan verður skrivað. 

Avtala er við Kina

Arbeitt verður við at fáa eina avtalu millum Føroyar, Danmark og Russland um, at fiskur, sum grønlendsk verksmiðjuskip landa í Føroyum, kann fara beinleiðis til Russlands við heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Slík avtala er gjørd viðvíkjandi Kina. 

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Janus Rein, løgtingsmann, sum spurdi um trupulleikarnar hjá grønlendskum skipum, sum landa í Føroyum, at fáa heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025