Donsk veljarakanning: Føroyar og Grønland avgerða

bannari
Donsk veljarakanning: Føroyar og Grønland avgerða
Nýgg veljarakanning upp undir fólkatingsvalið staðfestir enn einaferð, at grønlendsku og føroysku fólkatingsumboðini kunnu fáa avgerðandi ávirkan
 
03.06.2015 - 10:03

Kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og Tv2, vísir, at tað stendur á jøvnum millum reyða og bláa veingin.

Báðir veingir fáa sambært kanningini 50 prosent av atkvøðunum. Hóast tað stendur á jøvnum í prosentum, fáa borgarligu flokkarnir 88 sessir og flokkarnir á reyða veingi 87. 

Í kanningini verður roknað við, at reyði vongurin fær tríggjar fólkatingsessir í Føroyum og Grønlandi og blái vongurin ein sess. 

Thorning í oddinum

Sambært kanningini verður sosialdemokratiski flokkurin størstur við 25,3 prosent. Vinstriflokkurin fær 21,1 prosent. 

Ein onnur veljarakanning, sum Wilke-stovnurin hevur gjørt, vísir, at 51,6 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri flokkunum á reyða veingi. Borgarligu flokkarnir høvdu sambært hesi kanningni fingið 48,4 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542