Skansabryggjan 150 miljónir dýrari, enn sagt varð

Skansabryggjan 150 miljónir dýrari, enn sagt varð
Fyri tveimum árum síðani kostaði ætlanin 350 miljónir krónur, nú sigur nýggj kostnaðarmeting slakar 500 miljónir
Skansabryggjan fer at kosta 500 mió. og ikki 350 mió., sambært nýggjastu kostnaðarmetingini
 
04.06.2015 - 08:24

Skansabryggjan í Havn fer at kosta hálvt annað hundrað milliónir krónur meira enn sagt varð, tá ætlanin um stóru havnarútbyggingina varð kunngjørd á tíðindafundi fyri tveimum árum síðani.

Tá varð sagt, at útbyggingin fór at kosta 350 mió. kr. Nýggj kostnaðarmeting sigur, at útbyggingin fer at kosta knappliga 500 milliónir krónur.

Tað varð upplýst í sendingini Radaranum í Útvarpinum í gjár.

Skera av verkætlanini

Í sendingini segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at kannað verður, um til ber at skera verkætlanina til, so hon ikki fer at kosta so nógv.

Hann segði eisini, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út 1. oktober.

Men býráðið skal hava ið hvussu so er tvær góðkenningar fyrst.

16 viðmerkingar til verkætlanina

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal staðfesta broytingarnar í byggisamtyktini fyri økið, har byggjast skal.

Broytingarnar, sum býráðið hevur samtytk, hava ligið alment frammi. Freistin er farin, og býráðið fekk 16 viðmerkingar, mótmæli og broytingaruppskot.

Yvirfriðingarnevndin tekur støðu

Yvirfriðingarnevndin skal góðkenna verkætlanina. Nevndin hevur fund síðst í juni. Verður avgerðin um Skansabryggjuna ikki tikin tá, kemur hon ikki fyrr enn eftir summarfrítíðina, segði Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini, í Radaranum.

Hoyr sendingina her: Radarin: Brotasjógvar yvir Skansabryggjuna

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398