Serlig próvtøka eitt krav

bannari
Serlig próvtøka eitt krav
Grannskoðarar eiga ikki at fáa løggilding uttan serliga próvtøku. Tað staðfesti Eystari landsrættur í dag.
 
18.06.2015 - 12:50

Dómur var sagdur í sokallaða grannskoðaramálinum í Eystara landsrætti í dag. 

Niðurstøðan hjá rættinum var, at grannskoðarar ikki eiga at fáa løggilding uttan serliga próvtøku. 

Tí eiga grannskoðarar, sum kortini eru løggildir, at missa løggildingina.

Eystari landsrættur staðfesti dómin hjá Føroya rætti

Sostatt skal løgmansskrivstovan ikki viðganga, at avgerðin um at taka aftur løggildingina hjá tveimum grannskoðarum, er ógildug.

Tað segði Føroya rættur tann 2. februar. Og tað sama segði Eystari landsrættur í morgun, tá hann staðfesti dómin hjá Føroya rætti.

Grannskoðararnir, sum skutu dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, skulu umframt egnan sakarkostnað rinda Løgmanskrivstovuni 40.000 kr. í sakarkostnaði fyri viðgerðina í Landsrættinum. 

Serlig próvtøka eitt krav

Dómurin staðfestir, at fyri at kunna kalla seg autoriseraður, løggildur, grannskoðari, skal grannskoðarin hava staðið eina serliga próvtøku.  

Tí er tað í lagi, at Løgmansskrivstovan og løgmaður tann 21. februar í 2012 ógildaðu løggildingina, sum Skráseting Føroya gav níggju grannskoðarum í 2007 uttan at teir høvdu staðið kravdu royndina ella fingið aðra útbúgving uttanlands, sum svarar til kravdu royndina.

Skráseting Føroya gav og tók aftur løggildingina

Skrásetingin tók sjálv løggildingarnar aftur, og tað var tann avgerðin, sum løgmaður staðfesti.

Skásetingin gav løggildingarnar eftir at Innlendismálaráðið, sum var kærumyndugleiki, tvær ferðir avgjørdi, at grannskoðararnir skuldu fáa løggilding.

Málið kom undan kavi á heysti í 2010, tá Løgtingsins umboðsmaður gjørdi eina frágreiðing um tað.

Tveir grannskoðarar stevndu

Upprunaliga stevndu fýra grannskoðarar Løgmansskrivstovuni, men tá avtornaði vóru bara tveir eftir.

Kunna taka royndina

Í Eystara landsrætti segði annar grannskoðarin, at hann hevur ikki biðið um at sleppa til próvtøku. Skráseting Føroya hevur givið honum freist til næsta ár at standa royndina.

Hin grannskoðarin segði, at hann hevur teknað seg til royndina, men ivast í, um hann fer til próvtøkuna, sum skal vera í ár.

Hvørgin segði seg hava havt stundir at fyrireika seg til próvtøkuna. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. februar
Morgunlestur týsdagur 18.februar 2025
186671
Mánadag 17. februar
Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum
187908
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762