Nú má røkka ella støkka hjá Grikkalandi

Nú má røkka ella støkka hjá Grikkalandi
Avgerandi fundir eru í dag um griksku fíggjarstøðuna. Í farnu viku vórðu 45 milliardir kr. tiknar úr bankunum
Alexis Tsipras er forsætisráðharri í Grikkalandi
 
22.06.2015 - 15:10

Í dag skal røkka ella støkka hjá Grikkalandi, tí toppfundur er í Brússel um framtíðina hjá landinum, bæði tá tað snýr seg um pengar, og tá tað snýr seg um framtíðina í ES.

Longu fyrrapartin fór evropeiski miðbankin á fund at tosa um pengar til griksku bankarnar, so teir kunnu hóra undan.

Fundur við lánveitararnar

Seinni byrjaði so fundur, har grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, skuldi hitta umboð fyri tey, sum hava lænt Grikkalandi pengar -  evropeiski miðbankin, altjóða valutagrunnurin, IMF, og umboð fyri ES-nevnduna.

Um middagsleitið fóru fíggjarmálaráðharrarnir í ES londunum á fund at umrøða eitt uppskot, sum skal leggjast fyri griksku stjórnina í kvøld. Og í kvøld fara so stjórnarleiðararnir í ES-londunum á fund, har avtalan verður løgd fyri Grikkaland.

Í kvøld verður so greitt, hvat úrslitið verður.

Hildið verður ikk,i at Grikkaland hevur so nógv at velja í, tí landið eigur ongar pengar, og hevur hvørki ráð at rinda lønir ella pensjónir um mánaðarskiftið.

Fáa eitt skotbrá

Hildið verður kortini ikki, at nøkur endalig avtala verður gjørd á fundinum í kvøld, men at Grikkaland fær eitt skotbrá í nakrar mánaðir at fáa viðurskiftini í rættlag.

Tey, sum hava lænt Grikkalandi pengar, hava kravt, at Grikkaland ger eina nýggja ætlan fyri pensjónirnar, eina nýggja ætlan fyri arbeiðsmarknaðin, og at meirvirðisgjaldið skal hækka.Tey krøvini er beint ímóti tí, sum sitandi stjórn hevur lovað grikska fólkinum.

Í Grikkalandi eru fólk í iva, og seinastu tíðina hava grikkar tikið nógvar pengar úr bankunum. Bara í í farnu viku vórðu 44,7 milliardir kr. tiknar úr bankunum, ella nærum 27 milliónir kr. um tíman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635