Sleppa ikki av fisk í Sisimiut

Sleppa ikki av fisk í Sisimiut
Útróðrarmenn sleppa ikki at landa meiri enn 20 tons um samdøgrið, hóast gørnini eru full av fiski
 
25.06.2015 - 09:22

Útróðrarmenninir í Sisimiut í Grønlandi eru í øðini, tí teir ikki sleppa at landa meir enn 20 tons av toski um samdøgrið. Teir ætla at gevast at landa, og mánadagin hótta teir við at avbyrgja havnina, um umstøðurnar ikki gerast betri.

Formaðurin fyri útróðrarmenninar, Leif Fontaine, sigur við grønlendska kringvarpið, at ov mikið er til av toski á øllum leiðum, og at gørnini søkka, tí tey eru full av fiski.

Hann sigur, at 20 tons klára tveir útróðrarbátar at avreiða, og tí líkist tað ongum, at tað ikki slepst av við meira fisk.

Royal Greenland vil ikki hava meiri

Royal Greenland, sum tekur ímóti fiskinum í Sisimiut sigur seg ongar ætlanir hava um at taka ímóti meira fiski. Tað hevur felagið gjørt útróðrarmonnunum greitt.

Fyri at bøta um støðuna, hava grønlendsku útróðrarmenninir í samstarvi við Enoksen Seafood leigað eitt skip, sum skal taka ímóti fiskinum frá bátunum.

Skal skipið taka ímóti, so krevst loyvi frá myndugleikunum, og loyvið er ikki givið enn. Nær fiskimenninir faa svar frá myndugleikunum, er ikki greitt í løtuni, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025