Óvist hvør skal hava rokningina

Óvist hvør skal hava rokningina
Býráðið á Tvøroyri roynir framvegis at finna onkran, sum kommunan kann senda eina rokning upp á hálva millión krónur
 
30.06.2015 - 13:28

Hálvu milliónina brúkti Tvøroyrar kommuna eftir eina oljudálking á Trongisvágsfirði 25.september í 2013. Tað eydnaðist ikki politinum at staðfesta, hvaðani oljan kom, sum lak á sjógv.

Talan var um trý skip, Smyril og tvey útlendsk skip, sum vóru undir illgruna fyri at hava likið oljuna. Men hóast royndir vóru tiknar av oljuni hjá skipunum at samanbera við roynd av oljuni á sjónum, varð syndarin ikki funnin.  

 Býráðið á Tvøroyri hevur tó ikki slept vónini um at fáa pengarnar aftur, sum tað kostaði at taka oljuna upp. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at advokaturin hjá kommununum kannar nú, hvat kommunan kann gera. Hann hevur millum annað biðið um innlit í skjølini, sum myndugleikar hava um málið.

Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur ein dóm, sum sigur, at Krambatangi er landshavn. Tí vendi býráðið sær til Landsverk við rokningini, men Landsverk vil ikki gjalda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179