Nes kommuna fyrireikar bygging av leiguíbúðum

Nes kommuna fyrireikar bygging av leiguíbúðum
Talan verður um 8 íbúðir á umleið 75 fermetrar til støddar
 
01.07.2015 - 09:53

Nes kommuna fyrireikar bygging av leiguíbúðum á Toftum. Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum á Toftum - norðanfyri sambýlið Vesturskin. Íbúðirnar liggja væl fyri, beint omanfyri Oyrarnar, við góðum útsýni m.a. yvir havnalagið og bátahavnina, skrivar Nes Kommuna.

Kommunan hevur seinastu tvey árini havt fundir og samskift við Bústaðir við tí endamáli at fáa Bústaðir at byggja leiguíbúðir í Nes kommunu. Á bygdarráðsfundum 22. juni varð samtykt, at Vinnunevndin í Nes kommunu fekk heimild at arbeiða víðari við hesi ætlan saman við Bústaðir. 

Vinnunevndin hjá Nes Kommunu fer eftir summarfrítíðina at leggja fram uppskot um, hvussu ætlanin kann fremjast - herundir fíggjarliga partin hjá Nes kommunu í samband við grundøki og byggibúgving.

Bústaðir verður byggiharri og eigari av íbúðunum, skrivar Nes Kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482