Betra um marknaðaratgongd uttanlands

Betra um marknaðaratgongd uttanlands
Tað má gerast meira fyri at betra um atgongdina hjá føroyskum vørum at sleppa á marknaðin uttanlands. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
06.07.2015 - 16:05

Atgongdin hjá føroyskum virkjum at selja á marknaðum uttanlands er ikki nóg góð og munandi verri enn í grannalondunum. Og arbeiðið við at bøta um marknaðaratgongdina verður ikki raðfest nóg høgt. Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum varð løgd fram á aðalfundinum í farnu viku.

Í tíðindaskrivi sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag millum annað, at arbeiðsorka eigur at verða sett av á Løgmansskrivstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til eitt áhaldandi arbeiði at tryggja Føroyum marknaðaratgongd til teir mest áhugaverdu marknaðirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV