Fólk brenna ikki minni olju av sínum eintingum

Fólk brenna ikki minni olju av sínum eintingum
Skal oljunýtslan minka mugu politikararnir uppí, sigur Umhvørvisstovan
 
22.07.2015 - 11:13

Føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi verður ikki 20 prosent minni í 2020 enn tað var í 2005

Tað samtykti løgtingið annars einmælt í 2009, men vit náa ikki málinum, sigur Umhvørvisstovan longu nú.  

Skal oljunýtslan minka mugu politikararnir uppí. Vit kunnu ikki vænta, at vinnan og fólk av sínum eintingum fara at brenna minni olju, sigur Umhvørvisstovan.

Og hon nevnir eisini nøkur tiltøk, sum landsstýrið og løgtingið kunnu taka til sín, so sum avgjøld á aðra orku enn ta, sum kemur frá varandi orkukeldum sum vatni og vindi. - Og avgjøld á útgerð, sum brúkar nógva orku. Til ber eisini at lata orkusparandi tiltøkum stuðul.

Umhvørvisstovan nevnir vindorkuna hjá SEV, - men hon ger ikki tann stóra munin, tí SEV eigur bara 12 til 14 prosent av útlátinum.   

Møguleiki er at røkka málinum, sum er, at í 2020 fara 75 prosent av streyminum at stava frá varandi orkukeldum.

Umhvørvisstovan staðfestir longu í 2005, at Føroyar neyvan røkka málinum í veðurlagspolitikkinum, sum er at útlátið í 2020 verður í minsta lagi 20 prosent minni enn í 2005.

Oljunýtslan til upphiting minkar støðugt, men torført verður at røkka málinum, sum er at nýtslan í 2020 verður helvtina av nýtsluni í 2005.

Og tað er til dømis óhugsandi, at oljunýtslan til ferðslu er komin niður í helvt í 2020.

Fiskiskipini eiga 42 prosent av útlátinum av vakstrarhúsgassi. Síðani 2009 er útlátið hjá fiskiskipum mest sum vaksið á hvørjum ári, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu sínari. Og einki ítøkiligt er gjørt fyri at minka hetta útlátið.  

Sambært Umhvørvisstovuni var útlátið frá húsarhaldum, handlum og stovnum í fjør 20 prosent minni enn 2005. 

Men 30 prosent skulu afturat, skal løgtingssamtyktin frá 2009 halda.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388