- Tíðindi, mentan og ítróttur
Indonesiskt flogfar við 54 fólkum horvið

Eitt indonesiskt rutuflogfar við 54 fólkum misti í dag samband við eftirlitsmiðstøðina. Flogfarið fleyg ígjøgnum fjallmikla Papua landslutin í eystara partinum av landinum.
The Guardian skrivar, at flogfarið misti samband við eftirlitsmiðstøðina níggju minuttir, áðrenn tað eftir ætlan skuldi lenda. Umborð vóru 44 vaksin, fimm børn og fimm starvsfólk.
Flogfarið, sum fleyg fyri flogfelagið Trigana Air Service, var ávegis úr høvuðsstaðnum í Papua, Jayapura, til býin Oksibil.
Veðurlíkindini eru í løtuni ov vánalig at halda fram við leita eftir flogfarinum, og tí er bjargingararbeiðið útsett til mánamorgunin. Hetta skrivar tíðindastovan AP.
Uppdatering:
Indonesiskir myndugleikar hava nú váttað, at flogfarið er dottið niður. Enn er óvist, um nøkur ferðafólk eru komin frá hendingini við lívinum. Bygdafólk, sum sóu flogfarið bresta inn í eitt fjall, funnu vrakið í hálendisøkinum Bintang í Oksibil.


























