Verjan verður skift út

Verjan verður skift út
Nýggj verja skal mannast til landsdystin móti Norðurírlandi á Tórsvølli fríggjakvøldið 4. september eftir 2-1 sigurin á Grikkalandi
Tað verður ikki sama verja hjá fótbóltslandsliðnum tá liðið spælir ímóti Norðurírlandi 3. september, sum tá liðið spældi ímóti Grikkalandi, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari
 
24.08.2015 - 08:16

Atli Gregersen hevur leikbann, Bárður Hansen skal upp til sveinaroynd sum elektrikari, Johan Troest er skaddur, og tað er sera ivasamt, hvussu Sonni Ragnar Nattestad er fyri, nú hann er givin í Vejle og venur fyri seg sjálvan í Føroyum.

Lars Olsen, landsliðvenjari, er tó róligur. Hann hevur úttikið nakrar royndar landsliðsleikarar at fylla plássini í verjuni. Talan eru um Rógva Baldvinsson úr Ålgård í Noregi, Jónas Tór Næs úr B36 og Erling Jacobsen úr Víkingi.

Stóri spurningurin er tó, um Sonni Ragnar Nattestad verður á liðnum, sum fer á vøllin móti Norðurírlandi. Nýggir í hópinum eru eisini Víkinga-leikararnir Hanus Jacobsen, ið spælir á vinstra bakki, og áleyparin Finnur Justinussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098