Ken Fagerberg deyður einans 37 ára gamal

Ken Fagerberg deyður einans 37 ára gamal
Fyrrverandi 07 Vestur-leikarin, Ken Fagerberg, sum einaferð varð dýrasti unglingi í donsku fótbólti, er deyður einans 37 ára gamal
Ken Fagerberg, ið er deyður 37 ára gamal, var bæði leikari og ungdómsvenjari í 07 Vestur
Mynd: 07 Vestur á Facebook  
 
24.11.2026 - 15:35

"Vit harmast stórliga, nú tað frættist, at Ken Fagerberg er farin."

Soleiðis skrivar 07 Vestur á sínum vanga á Facebook um fyrrverandi svenska leikaran í felagnum. 

Ken Fagerberg kom til Føroya í 2017 at spæla við 07 Vestur og var áleypari í felagnum fram til summarið 2019. 

 

Væl umtóktur ungdómsvenjari

Seinni gjørdist Ken Fagerberg venjari í felagnum, og í 2025 tók hann við sum høvuðsungdómsvenjari. 

"Børnini vóru øll góð við Ken, og hann var góður við tey. Vit eru takksom fyri tíðina, vit fingu saman við Ken, á vøllinum og til venjingar. Tankar okkara eru hjá familju hansara, vinum og øllum teimum, sum stóðu honum nær," skrivar 07 Vestur á sínum Facebook-vanga. 

Nógvir miðlar í Norðurlondum skriva eisini um deyða Ken Fagerberg, eitt nú svenska Aftonbladet og danska TV2.

Orsøkin er, at Ken Fagerberg var einferð ein sera lovandi fótbóltsleikari, sum kundi kalla seg dýrasti unglingi í donskum fótbólti. Hetta hendi, tá FC Midtjylland í januar 2008 keypti tann tá 19 ára gamla Ken Fagerberg fyri 10 milliónir krónur frá svenska felagnum Örgryte IS. 

Skiftið gjørdist ongantíð eitt lukkuligt eitt fyri Fagerberg, sum síðani endaði í Føroyum og føroyskum fótbólti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928