Mæla til at stovna etiskt ráð

Mæla til at stovna etiskt ráð
Eitt etiskt ráð eigur at verða sett á stovn, heldur ein arbeiðsbólkur, ið hevur arbeitt við at endurskoða lóggávuna innan gengransking
Eitt etiskt ráð eigur at verða sett á stovn, heldur arbeiðsbólkurin, ið síðani 2013 hevur arbeitt við at endurskoða føroyska lóggávu, í sambandi við gengransking
 
27.08.2015 - 09:50

Arbeiðsbólkurin hevur síðani 2013 arbeitt við at endurskoða føroyska lóggávu, í sambandi við møguleikarnar innna gengransking í dag.

Fríggjadagin handaði arbeiðsbólkurin landsstýrismanninum eitt álit við tilmælum um møguligar broytingar í lógini. Tað verður gjørt fyri at tryggja borgaran ímóti misbrúki í sambandi við gengransking.

Í álitinum stendir millum annað, at vit í Føroyum mangla eitt etiskt ráð, sum kann skapa kjak í almenninginum og veita upplýsing um etiskar spurningar, eitt nú um genomgransking.

Hevur fyrr verið frammi at seta etiskt ráð

Kjakið um genomgransking í Føroyum var millum annað orsøkin til, at Løgtingsins Trivnaðarnevnd á vári 2013 mælti landsstýrismanninum í heilsumálum til at fara undir at fyrireika eitt etiskt ráð í Føroyum.

Lógaruppskotið varð lagt fyri løgtingið í mars 2014, men varð tikið aftur áðrenn viðgerð, tí manglandi politisk undirtøka var fyri tí. Í dag hava flestu lond í norðurevropa eitt etiskt ráð.

Frakland setti sum tað fyrsta landi eitt etiskt ráð á stovn í 1983. Síðani hava Danmark, Svøríki og onnur lond valt at gera tað sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817