"...isle (x) hvílur her"

"...isle (x) hvílur her"
Í dag varð kunngjørt, hvat stendur á rúnarsteininum, ið varð funnin á Sandi í summar
Rúnarsteinurin
Mynd: Savnsmynd, Tjóðsavnið  
 
14.11.2026 - 14:40

Ein sjáldsom hending fór fram fyrr í ár, tá fornfrøðingar á Tjóðsavninum funnið ein rúnarstein, í sambandi við útgrevstur á Sondum á Sandi.

Á rúnarsteininum stóð nakað av teksti, sum fornfrøðingarnir tá leystliga týddu til: ...hvílur her. Síðani hevur Tjóðsavnið vent sær til ein rúnufrøðing, fyri at týða restina av tekstinum, sum so varð kunngjørdur á tiltaki í Brekkutúni í Hoyvík í dag.

Metingin hjá rúnufrøðinginum, Lisbeth M. Imer, er, at har stendur: ...isle (x) hvílur her. Tó er ivamál, um har stendur G frammanfyri. Gisle er nevniliga eitt vanligt navn, frá tí tíðarskeiðinum, sum rúnarsteinurin er mettur at stava frá. Rúnarsteinurin stavar allarhelst frá miðøldini, umleið ár 1100 til 1400, greiðir Lisbeth M. Imer frá.

Fleiri forngripir

Aðrir fornlutir vórðu eisini funnir í útgrevstinum og vænta tey á Tjóðsavninum, at lutirnir hava við átrúnaðarligt virksemi at gera, og at tað møguliga er eitt bønhús úr miðøld, sum tey hava grivið fram.

 Útgrevstrarfeltið á Sondum á Sandi, bygningsleivd. (Savnsmynd)

 

Nakrir halgigripir vórðu funnir í bygninginum. Ein brotin Mariu figurur, ein ókendur Ápostol við posabók í hondini, úr pípuleiri, og ein fingurboli úr kopari. Lutirnir verða allir mettir at stava frá umleið ár 1400-1500.

Á útgrevstrarstaðnum hava tey harumframt funnið bygkorn frá umleið ár 300-500, ið eru tær elstu leivdirnar eftir fólki, mann hevur funnið í Føroyum, sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur í Tjóðsavninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328