Kaj Leo loystur úr løgmansembætinum

bannari
Kaj Leo loystur úr løgmansembætinum
Heldur kortini fram, til nýggj samgonga er skipað
 
03.09.2015 - 13:57

Kaj Leo Holm Johannesen er nú formliga loystur úr starvinum sum løgmaður.

Hann sendi í gjár Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, umbøn um at sleppa frá sum løgmaður, og hesum hevur løgtingsformaðurin eftirlíkað. 

Kaj Leo Holm Johannesen er samstundis biðin um at halda fram sum løgmaður, til nýggj samgonga er skipað.

Nú klokkan 14 fer løgtingsformaðurin at hava fund við floksformenninar hvør sær, hvønn teir vísa á skal fáa litið upp í hendi at standa á odda fyri samgongusamráðingunum.

Tann fyrsti floksformaðurin, sum Jógvan á Lakjuni fer at hitta, er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Meiri verður at frætta í útvarsptíðindunum klokkan 15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454