B36 kann endurvinna føroyameistaraheitið í dag

B36 kann endurvinna føroyameistaraheitið í dag
Um B36 vinnur sín dyst ímóti TB í dag, og samstundis fær hjálp frá HB, verður føroyameistaraheitið endurvunnið
 
13.09.2015 - 11:00

Hóast tað eru fýra umfør eftir í Effodeildini, so kann B36 longu í dag endurvinna FM.

B36 er í løtuni átta stig frammanfyri NSÍ, og tí kann avgerðin fella í hesum umfarinum.

Skal tað henda má B36 vinna á TB, samstundis sum NSÍ missir stig í dystinum móti HB við Løkin í Runavík í dag.

Í niðara endanum er eisini stórur spenningur í dag. Har verður botndystur millum AB og FC Suðuroy.

Feløgini eru á ávíkavist áttanda og níggjunda plássi við 19 stigum hvør.

Útvarpið sigur í dag frá dystinum millum B36 og TB í Gundadali, og fylgt verður eisini við hinum dystunum.

Allir dystirnir í dag byrja klokkan 15:00

ÍF - KÍ

EB/Streymur - Víkingur

B36 - TB

NSÍ - HB

AB - FC Suðuroy

Støðan:

1 B36 54 stig
2 NSÍ 46 stig
3 Víkingur 44 stig
4 HB 36 stig
5 KÍ 34 stig
6 ÍF 25 stig
7 TB 24 stig
8 AB 19 stig
9 FC Suðuroy 19 stig
10 EB/Streymur 7 stig

Bólturin er á skránni klokkan 14:45. Maria Ziskason Nesá er vertur, og Suni Merkistein og Jóannes Jakobsen siga frá dystinum millum B36 og TB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227