Joen Magnus í tingið

bannari
Joen Magnus í tingið
Joen Magnus Rasmussen er nummar seks á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann fekk 278 atkvøður á løgtingsvalinum
 
21.09.2015 - 09:04

Nú Annika Olsen hevur boðað frá, at hon fer at biðja um farloyvi úr løgtinginum, kemur Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum í tingið. Hann er nummar seks á listanum.

Annika Olsen var millum tey seks, vórðu vald fyri Fólkaflokkin á løgtingsvalinum 1. september. Men beint eftir valið tók hon seg úr Fólkaflokkinum, sum tí misti ein tingsess. 

Á tingfundinum hósdagin, tá nevndarval var á skránni, boðaði Annika Olsen frá, at hon var farin upp í Framsókn, og hon varð síðani vald til forkvinnu í fíggjarnevndini. 

Í gjárkvøldið boðaði Annika Olsen so frá, at hon var farin úr Framsókn og fíggjarnevndini, og at hon nú fer í farloyvi.

Á løgtingsvalinum fekk Joen Magnus Rasmussen fekk 278 atkvøður, fimm fleiri enn Janus Rein. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791