Gera nógv burturúr allahalgannadegnum

Gera nógv burturúr allahalgannadegnum
Sunnudagin er minningardagur teirra sjólætnu, og av tí at 70 ár eru liðin síðani seinni heimsbardagi endaði, verður meir gjørt burturúr enn vanligt
Meira enn vanligt verður gjørt burturúr á minningardegi teirra sjálætnu sunnudagin, nú 70 eru liðin síðani seinni heimsbardagi endaði
 
28.10.2015 - 15:32

Hátíðarhaldið á Vinnuháskúlanum byrjar klokkan 14, tá Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari bjóðar vælkomin. Talarar verða løgmaður Aksel V. Johannesen og Símin P. Jacobsen, prestur.

Síðani verður farið í Viðarlundina, har kransur verður lagdur við minnisvarðan. Minnisvarðin í Viðarlundini í Havn varð í 1956 reistur júst til minnis um teir, sum fórust á sjónum krígsárini.

Samstarva um tiltakið í ár

Í Dómkirkjuni í Havn verður meira enn vanligt gjørt burtur úr. Fólkakirkjan og manningarfeløgini samstarva um hetta tiltakið í ár.

Minnisgudstænastan í Dómkirkjuni sunnukvøldið verður klokkan 20, og bæði biskupur og dómpróstur standa fyri henni.

SÍ EISINI Greiðar reglur fyri hvør kann verða nevndur

Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar, og Uni Næs, dómpróstur, hevur altartænastuna. Løgmaður fer eisini at siga nøkur orð í Dómkirkjuni, og Tórshavnar Manskór syngur.

Aftaná, klokkan 21, bjóða manningarfeløgini, kirkjan og Sjómansmissiónin til kaffi, te og smákøkur uppi á í Kaffihúsinum, inngongd á Bryggjubakka beint niðanfyri Dómkirkjuna.

Dagurin hildin kring alt landið

Á samkomuni í Kaffihúsinum fara nøvnini á føroyingunum, sum sjólótust ella doyðu umborð á skipi undir krígnum, eisini at liggja frammi.

Tað er Jógvan Arge, journalistur og rithøvundur, sum við bókarøðunum “Stríðsárini” og “Teir sigldu úti”eftir faðir sín Niels Juel Arge og “Víkingasynir” eftir Jákup Joensen sum keldu hevur savnað nøvnini.

Sum vanligt verður Minningardagur teirra sjólátnu eisini hildin runt um í landinum. Dagurin í ár fellur saman við fyrsta sunnudegi í november, og tá er vanligt nógvar staðir eisini at minnast øll tey, ið farin eru í sóknini seinastu 12 mánaðirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002