Barnabati fingið 133 umsóknir um jólahjálp

Barnabati fingið 133 umsóknir um jólahjálp
Evstamark at søkja er 29. november
Í gjár var skipað fyri stuðulskonsert í Havnar kirkju til frama fyri Barnabata. Hon verður send í sjónvarpinum sunnukvøldið 22. november.
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
16.11.2026 - 11:52

Jólahjálpin hjá Barnabata hevur higartil fingið 133 umsóknir um jólahjálp. 

Tað upplýsir Barnabati fyri Kringvarpinum.

Tiltakið "Í menniskjum góður tokki" letur hjálpina, sum er ætlað fíggjarliga sperdum barnafamiljum.

Barnabati samstarvar við Hagstovuna um, hvør lýkur treytirnar fyri at fáa hjálp. 

 


Hedvig Jóhansdóttir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Upplýsast skal í umsóknini, hvussu nógv børn familjan hevur, og um tað er stakur ella fleiri uppihaldarar.

Á Facebook-síðuni hjá Barnabata sigur Hedvig Jóhansdóttir, at meiri enn 1.000 børn og ung liva í fátækraváða. 

Evstamark at søkja er 29. november.

Í fjør læt Barnabati 295 umsøkjarum jólahjálp, og 655 børn fingu sostatt stuðul, hevur Barnabati upplýst fyri trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágskirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111