Tunlarnir í Fuglafirði seldir

Tunlarnir í Fuglafirði seldir
Drúgva málið um tveir goymslutunlar, sum Fuglafjarðar kommuna ætlar at selja, er nú endað har, sum tað byrjaði
Málið, um teir báðar frystitunlarnar í Fuglafirði, er nú endað, har tað byrjaði. Bergfrost keypir tunlarnar fyri sjey milliónir krónur
 
02.11.2015 - 15:39

Teir báðir tunlarnir í Fuglafirði verða seldir Bergfrosti fyri sjey milliónir krónur. Tað samtykti býráðið í síðstu viku. Og tí endar málið har, sum tað byrjaði.

Í mars samtykti meirilutin í Fuglafjarðar býráði at selja goymslutunlarnar til Bergfrost fyri sjey milliónir krónur uttan at bjóða teir út. Men býráðið fekk ikki undantaksloyvi til hetta frá Kommunala eftirlitinum.

Tunlarnir skuldu seljast í almennari sølu

Hálvan september samtykti býráðið at lýsa goymslutunlarnar og gongdina millum teirra alment til sølu. Eittans boð kom, tað átti Bergfrost.

Tað boðið var sjey milliónir krónur. Og nú hevur meirilutin í býráðnum í Fuglafirði eina ferð enn samtykt at selja Bergfrosti tunlarnar báðar fyri sjey milliónir krónur.

Minnilutin í býráðnum, og í honum er borgarstjórin, helt, at kommunan átti at krevja minst 20 milliónir krónur fyri tunlarnar, tí tað eru teir verdir, og tað høvdu teir kostað, skuldu teir gerast í dag. Tunlarnir eru 7.362 fermetrar og 30.350 rúmmetrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762