Tí skalt tú ikki gera hetta um náttina

Tí skalt tú ikki gera hetta um náttina
Danska trygdarstýrið mælir fólki frá at løða fartelefonina um náttina. Bæði løðari og fartelefon kunnu blíva so heit, at vandi kann standast av tí
Danska trygdarstýrið mælir fólki frá at løða fartelefonina um náttina, tí vandi kann standast av tí. Tryggingarfeløg ávara nú eisini
 
05.11.2015 - 09:14

Hóast danska trygdarstýrið mælir frá at løða fartelefonina um náttina, tá fólk sova, lurtar meira enn annað hvørt fólk í Danmark ikki eftir ráðunum

Ein kanning, sum TNS Gallup gjørdi fyri tryggingarfeløgini Gjensidige Forsikring og Nykredit Forsikring, sigur, at 57 prosent løða fartelefonina um náttina, skrivar BT.

Tað er ikki vandaleyst at løða fartelefonina, meðan fólk sova. Bæði telefon og løðari kunnu gerast sera heit.

- Vit vita tíverri um, at eldur kemur í, tí fartelefonir og løðarar liggja á einari sofu ella í songini. Tað kann í ringasta føri gera, at sovandi fólk doyggja, sigur Kim Rud-Petersen, stjóri í samtakinum Nordic Gjensidige Forsikring í tíðindaskrivi, sum BT endurgevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290