Halda lítið um fiskivinnupolitikkin

Halda lítið um fiskivinnupolitikkin
Stóru fyritøkurnar í fiskivinnuni halda sum heild sera lítið um fiskivinupolitikkin hjá samgonguni
Í almennum skrivi í dag ávarar Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum, enn einaferð móti ætlanini hjá landsstýrinum at selja part av føroysku kvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu
 
26.11.2015 - 12:58

Í almennum skrivi í dag ávarar Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum, enn einaferð móti ætlanini hjá landsstýrinum at selja part av føroysku kvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu.

Landsstýrið ætlar at selja 15 prosent av Barentshavs-kvotunum á uppboðssølu, men reiðarin óttast, at hetta er bara byrjanin.

Lægri inntøkur til landskassan í longdini

- Sambært samgonguskjalinum skal fiskivinnupolitikkurin flyta seg frá verandi skipan til eina marknaðargrundaða skipan. Roknast má tí við, at øll føroysk fiskirættindi sum frálíður skulu seljast á uppboðssølu.

- Hetta fer í longdini at geva landskassanum lægri inntøkur, tí færri og færri aktørar orka sum frálíður at bjóða upp á fiskirættindini, samstundis sum teir hava havt verri møguleikar at leggja pening til viks, sigur Hanus Hansen

Reiðarin og stjórin í JFK-samtakinum vísir á, at avleiðingin av tí verður, at vinnan heldur uppat at fokusera upp á menning og nýskapan.

Væntar tað fær avleiðingar fyri føroyskar veitarar

Í almennum skrivi sigur Hanus Hansen seg stúra fyri, at stórir partar av kvotunum á uppboðssølu verða fiskaðar við skipum, sum bara verða skrásett í Føroyum í styttri tíðarskeið.

- Tað fær so aftur avleiðingar fyri føroyskar veitarar, sum í stóran mun liva av at selja vørur og tænastu til fiskivinnuna, sigur Hanus Hansen. Samanumtikið heldur hann lítið um rikna fiskivinnupolitikkin.

- Nú byrja vit við uppboðssøluni og skapa stóran ótryggleika í eini vinnu, hvørs loyvisgrundarlag rennur út um tvey ár. Hetta er sanniliga eitt ótrygt og óvirðiligt grundarlag undir eini høvuðsvinnu, sigur Hanus Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860