Halda lýsingar skulu halda fram í Kringvarpinum

Halda lýsingar skulu halda fram í Kringvarpinum
Felagið hjá føroyskum lýsingafyritøkum, Samskifti, mælir til at varðveita møguleikan hjá fyritøkum at lýsa í almenna kringvarpinum
Samskifti, felagið hjá føroyskum lýsingarfyritøkum, heldur, Kringvarpið framvegis eigur at sleppa at senda lýsingar, kemur fram í viðmerkingum, felagið hevur gjørt í samband við uppskot um broytingar í løgtingslógini
 
01.12.2015 - 08:38

Tað kemur fram í viðmerkingum, sum Samskifti hevur gjørt í samband við uppskot um broytingar í løgtingslóg um kringvarp og broytt kringvarpsgjald.

Mentamálaráðið hevur sent út uppskotið til løgtingslóg til hoyringar. Felagið Samskifti hevur bert viðmerkingar til punkt trý, - um at “inntøkur frá sjónvarpslýsingum fara í landskassan.”

Yvirskipað tekur Samskifti undir við, at pengar fyri lýsingar fara í landskassan. Men felagið metur ikki, at lýsingar í Kringvarpinum er ein trupulleiki.

Trupulleikin er trúvirðið, ikki lýsingarnar

Tað er trúvirðið, sum verður trupulleikin, tí mett verður, at lýsingar máa av trúvirðinum hjá einum public service stovni.

Støðan hjá Samskifti er, at tað eru ikki lýsingarnar sjálvar, sum kunnu sáa iva um trúvirðið - tað eru pengarnir, sum gera tað. Um Kringvarpið gerst fíggjarliga óheft av lýsingunum, so er trúvirðið tryggjað, sigur felagið.

Samskifti mælir til, at lýsingainntøkurnar fara í filmsgrunn, sum millum annað kann verða við til at stimbra føroyska filmsframleiðslu. Samskifti tekur ikki undir við, at lýsingar verða bannaðar í útvarpinum.

Vilja eisini varðveita sjónvarpslýsingar

At banna lýsingar í útvarpinum er við til at minka um talið av lýsingarpallum hjá føroyskum fyritøkum, og harvið eisini teirra samskifti við kundar og aðrar áhugapartar.

Hetta verður mett sum óneyðug skerjing. Sýnisgluggin í Kringvarpinum er neyðugur, serliga tí hetta er einasti sýnisgluggi fyri sjónvarpslýsingar í Føroyum.

Hetta er týdningarmikil miðil sum Kringvarpið eigur at halda fast við, sigur felagið Samskifti í viðmerkingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065