- Uppboðssølan kann elva til endurgjaldskrav

- Uppboðssølan kann elva til endurgjaldskrav
Sambært Jørgeni Niclasen, næstformanni í Vinnunevndini, er tað ikki løgfrøðiliga forsvarligt at selja fiskirættindi á uppboði.
Jørgen Niclasen er formaður í Fólkaflokkinum og næstformaður í Vinnunevndini
 
22.12.2015 - 19:46

Vit eru næstan vís í at talan verður um endurgjaldskrav, segði Jørgen Niclasen við Útvarpið kl 18.

Reiðarar meta seg eiga rættindini til at fiska ásettu kvoturnar fram til 2018, og halda tað tí vera ólógigt at selja rættindi á eini almennari uppboðssølu.

Reiðarafelagið læt fríggjadagin Løgtingsins vinnunevnd tvey løgfrøðilig upprit, sum kalla eina møguliga uppboðsølu av fiskirættindum fyri inntriv í fiskirættindi og sáttmálaviðurskifti.

Herálvur Joensen segði tó fríggjadagin, at enn hevur Reiðarafelagið tó ikki fyrireikað nakað endurgjaldskrav - men bara kunnað Vinnunevndina um møguleikan at stevna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115