Fyrsti løgtingsfundurin í ár verður hósdagin

Fyrsti løgtingsfundurin í ár verður hósdagin
Tingið skal atkvøða um uppskotið til samtyktar frá grein 19-nevndini, sum kannaði Eik Grunnin og grunnaeftirlitið
 
16.01.2016 - 11:55

Grein 19 nevndin heitir á tingið um at taka frágreiðingina frá nevndini til eftirtektar. 

Nevndin heitti samstundis á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, so vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av málinum um Eik Grunnin. 

Vinnunevndin hjá løgtinginum mælir til at samtykkja uppskotið. Nevndin sigur tó, at lógin um sparikassagrunnar er longu broytt og herd. Fleiri broytingar eru ikki neyðugar nú, heldur ikki í øðrum lógum. 

Nevndin heldur tó, at landsstýrið eigur at kanna, hvør er í nevndunum í grunnum í Føroyum.

Vinnunevndin viðgjørdi eisini vantandi innlitið í skjøl hjá Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti, skjøl, sum Grein 19 - nevndin fegin vildi síggja, men ikki slapp at síggja. 

Vinnunevndin vendi sær til ríkisumboðsmannin. Og 11.desember í fjør fekk nevndin svar frá danska Løgmálaráðnum, sum sigur, at danska stjórnin er sinnað at finna felags loysnir so tað í framtíðini ikki verður nakar trupulleiki at útvega neyðugar upplýsingar í slíkum kanningararbeiði.

Løgtingið skal eisini viðgera lógaruppskotið um at sleppa teimum, sum selja ella umvæla føroyskar bátar, undan meirviðisgjaldinum. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum eigur uppskotið. 

Og tveir skrivligir fyrispurningar verða svaraðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576