Kári spyr um skipasølur og fiskiloyvi

Kári spyr um skipasølur og fiskiloyvi
Mong undrast, tá tíðindi berast um stórar skipasølur millum feløg við somu eigarum
Asbjørn Senior fekk fyrst noktað fiskiloyvi, men fáar dagar seinni fekk skipið kortini útskrivað fiskiloyvi
 
12.02.2016 - 14:58

Kári P. Højgaard í Nýggjum Sjálvstýri hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fyrispurningar um sølu av fiskiskipum og loyvum.

Hann spyr, hví Asbjørn Senior fyrst fekk noktað fiskiloyvi, tí ov stórur útlendskur ognarlutur var uppií, men fáar dagar seinni kortini fekk loyvi útskrivað.

Kári P. Højgaard vil eisini hava Høgna Hoydal at greina søluna, sum Kringvarpið bar tíðindini um, har fiskiskip vórðu keypt og seld fyri tvísifraða milliónaupphædd millum feløg, sum hava somu eigarar.

Og tingmaðurin hjá Nýggjum Sjálvstýri vil eisini hava at vita, hvørjar ítøkiligar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur at steðga keyp og sølu av fiskiloyvum, sum verða seld víðari.

Mong undrast

Kári P. Højgaard sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at mong undrast og spyrja, tá tíðindi berast í fjølmiðlunum um stórar skipasølur millum feløg við somu eigurin.

Hann sigur, at tá eitt skip verður keypt, og keypið verður fíggjað við nærum 100 prosentum í lánspeningi, kann av røttum verða spurt, um tað ikki er lánspeningurin, sum stýrir og hevur avgerðarrættin. 

Nógv hevur verið tosað um fult gjøgnumskygni og klokkuklárar mannagongdir, og at sínámillum keyp og søla av fiskiloyvum skuldi steðgast beinan vegin.

Men higartil røkist einki fyri, at hesar ætlanir gerast veruleiki, sigur Kári P. Højgaard.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744