- Tíðindi, mentan og ítróttur
Astrup: Eik fekk skattafrádrátt av órøttum
Eik Banki er undir illgruna fyri av órøttum at hava fingið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti úr føroyska landskassanum. Tað var eisini grundin til, at Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í Eik.
Bæði Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri og nevndarlimur, og uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik Banka, KPMG, halda, at bankin hevur av órøttum fingið skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur, skrivar Berlingske Business í kvøld.
Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í Eik í januar. Hann sigur nú, at hann kundi ikki skriva undir roknskapin hjá Eik fyri 2015.
Hildu virðið mátti niðurskrivast
Jørn Astrup Hansen tók við sum stjóri í Eik í 2010, tá Fíggjarligt Støðufesti setti tvær milliardir krónur í kollsiglda bankan.
Jørn Astrup Hansen og Fíggjarligt Støðufesti hildu tá, at neyðugt var at niðurskriva virðið fyri 500 milliónir krónur. Bankapakki 1 tók hallið á seg.
Eginognin var ikki tvær milliardir krónur tá, men 1,5 millardir krónur. Jørn Astrup Hansen fór frá sum stjóri í 2011. Hann hevur síðan verið nevndarlimur.
Leiðslan og nevndin í Eik hava síðan biðið TAKS um skattafrádrátt fyri hesar 500 milliónir krónurnar. TAKS samtykti.
SÍ EISINI Tikið seg úr Eik eftir ósemju við nevndina
Men Jørn Astrup Hansen og uttanhýsis grannskoðararnir halda ikki, at Eik hevur rætt til skattafrádráttin. Tí fór Jørn Astrup Hansen úr nevndini tann 11. januar í ár.
- Tað sigur seg sjálvt. Tú kann ikki lækka tína skattskyldugu inntøku við einum tapi, sum onnur hava goldið, sigur hann við blaðið og sipar til, at Fíggjarligt Støðufesti rindaði tapið í 2010.
TAKS hevur góðkent frádráttin, men Jørn Astrup Hansen heldur, at TAKS hevur tikið støðu við skeivum fortreytum.
- Taks hevur ikki allar upplýsingarnar í málinum, sigur hann.
Nevndarformaðurin vil hjálpa
Torben Nielsen er nevndarformaður í Eik. Hann sigur við blaðið, at bankin hevur borið seg rætt at.
- Vit hava sjálvandi ikki roynt at fingið eina skattafrádrátt, sum vit ikki hava rætt til. Vit lata fegin TAKS fleiri upplýsingar í málinum, um tað gerst neyðugt, sigur hann.
TAKS kannar nú málið.