Pening fyri at hava børnini heima

Pening fyri at hava børnini heima
Kommunurnar eiga at geva foreldrum, sum eru heima hjá børnum sínum, pengar fyri tað, halda tveir tingmenn hjá Nýggjum Sjálvstýri
Foreldur, ið eru heima hjá børnum, eiga at fáa pening frá kommununum, halda Bárður Kass Nielsen og Kári P. Højgaard hjá Nýggjum Sjálvstýri
 
25.02.2016 - 09:39

Bárður Kass Nielsen og Kári P. Højgaard, tingmenn hjá Nýggjum Sjálvstýri, vilja hava Løgtingið at fáa landsstýrið at dagføra og endurskoða lógina um dagstovnar og dagrøkt soleiðis, at kommunur kunnu stuðla foreldrum, sum vilja ansa børnum sínum heima.

Tilboðið fer at eggja smábarnafamiljum at flyta til Føroya, siga tingmenninir. Teir nevna ikki, hvussu nógv, fólk eiga at fáa frá kommununum fyri at vera heima hjá sínum egnu børnum.

Teir nevna tó, at í Danmark lata kommunur 5.000 til 7.000 kr. um mánaðin fyri børn, sum eru upp í trý ára gomul, og 3.000 til 4.000 kr. um mánaðin fyri børn, sum eru fýra, fimm ella seks ára gomul. Ískoytið kann latast í upp til eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974