Stórur munur á tilboðum at byggja Skansabryggjuna

Stórur munur á tilboðum at byggja Skansabryggjuna
Munurin millim bíligasta og dýrasta tilboðið at byggja Skansabryggjuna í Havn var góðar 400 milliónir krónur. J&K Petersen hevði lægsta tilboð
 
23.03.2016 - 08:48

Slakar 387 milliónir krónur var bíligsta tilboðið  at byggja Skansbryggjuna í Havn. Dýrasta tilboðið var slakar 800 milliónir kr.

Tórshavnar kommuna læt tilboðini upp í gjár. Fimm tilboð komu inn.

J&K Petersen hevði lægsta tilboð, sum var slakar 387 milliónir krónur. Dýrasta tilboðið var slakar 800 milliónir. Tað var frá TG og Suðurverki, sum bjóðaðu saman. 

Tórshavnar Havn kannar tilboðini

Grót, sum verður keypt frá Búnaðarstovuni, skal leggjast afturat byggikostnaðinum, og útreiðslur eru eisini til verkætlan, eftirlit og trygging. 

Seinasta stóra havnarútbyggingin í Havn var liðug í 1997, tá ið uttasti parturin av Molanum varð breiðkaður. 

Tórshavnar havn fer nú at kanna tilboðini saman við ráðgevanum, LBF. Síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541