- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fólk framvegis á intensivdeildum í Brússel

Av teimum er støðan hjá teimum 61 hættislig, og heilsumálaráðharrin sigur, at talið á deyðum kann vaksa.
Ákærumyndugleikin í Belgia hevur váttað, at tveir av teimum fýra yvirgangsmonnunum eru brøðurnir Khalid og Brahim el-Bakraoui. Brahim spriongdi seg sjálvan og 10 fólk í luftina á Zaventem-flogvøllinum, og Khalid gjørdi tað sama í Maelbeek-metroini, har 20 fólk lótu lív.
Samleikin hjá hinum báðum yvirgangsmonnunum er ikki staðfestur enn, sigur ákærumyndugleikin í Belgia. Annar doyði undir álopunum, hin verður jakstraður av løgregluni.
Óváttað tíðindi siga, at annar av yvirgangsmonnunum frá flogvøllinum er eftirlýsti jihadisturin, Najim Laachra-oui, hvørs DNA varð funnið á spreingievni, sum hevur samband við yvirgangsatsóknirnar í franska høvuðsstaðnum, París.
Belgiska public servicerásin RTBF sigur, at enn ein persónur skal hava verið uppi í sjálvmorðálopinum í metroini, og at hann skal vera sæddur á vakmyndum við eini stórari tasku.
Sokallaði Islamski Staturin hevur boðað frá, at rørslan hevur ábyrgdina av álopunum í Brússel.
Innanríkis- og løgmálaráðharrarnir í ES hittast í dag á kreppufundi at tingast um, hvørji tiltøk skulu setast í verk eftir yvirgangsatsóknirnar.
Ein føroyingur var millum tey, sum vórðu løstað í bumbubrestinum í metroini í miðbýnum í Brússel. Hann varð útskrivaður av sjúkrahúsinumi gjár og slapp við flogfari til Danmarkar.
Eftir umstøðunum hevur hann tað gott.


























