Bernie Sanders hevur vunnið tríggjar statir

Bernie Sanders hevur vunnið tríggjar statir
Hillary Clinton er tó nógv fremri í kappingini um at gerast demokratiskt forsetavalevni.
Bernie Sanders
Mynd: Savnsmynd  
 
27.03.2016 - 12:45

Í USA hevur demokratiska valevnið Bernie Sanders vunnið trý undanval á Hillary Clinton í statinum Washington, í Alaska og á Hawaii. 

Hildið verður, at Bernie Sanders fekk meira enn 70 prosent av atkvøðunum í øllum trimum statunum.

Men tað verður møtimikið hjá Bernie Sanders at fáa Hillary Clinton aftur, tí hon er nógv nærri at røkka teimum 2.383 atkvøðunum, ið skulu til fyri at gerast demokratiskt forsetavalevni.

Fólkaríkir statir skulu vinnast

Áðrenn hesi trý undanvalini í statinum Washington, í Alaska og á Hawaii hevði Hillary Clinton 1692 umboð aftan fyri seg, meðan Bernie Sanders hevði 949, ið fara at vísa á hann sum valevni.

Hóast Bernie Sanders er bjartskygdur, so skulu størri og meira avgerandi statir vinnast, um hann skal gerast demokratiskt forsetavalevni. Tað eru statir sum California og New York har veljarakanningar vísa, at Hillary Clinton fer at vinna á Bernie Sanders.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086