- Tíðindi, mentan og ítróttur
Langebro bleiv til Steinatún

- Hetta er ein ótrúliga spennandi og stuttlig verkætlan.
Fyri 55 árum síðan kom fyrsta plátan hjá Gasolin út, og serliga eitt lag stendur eftir og livir enn í dag: Langebro.
Nú er lagið týtt til føroyskt á einari útgávu, har danskir og norðurlendskir tónleikarar tulka Gas 1, sum fyrsta Gasolin-plátan kallast millum folk.
- Eg havi lurtað nógv eftir Gasolin og Kim Larsen, sigur Guðrið Hansdóttir, sum saman við Teiti hevur endurtulkað og týtt lagið Langabro, sum nú kallast Steinatún á føroyskum.
Harumframt tulkar hon eisini lagið "Fra dag til dag", sum er á fyrstu Gasolin-plátuni frá 1971.
- Eg kendi als ikki tað lagið, sigur Guðrið Hansdóttir.
Guðrið sjálv hevur eisini eitt persónligt minni við Kim Larsen, sum hon einaferð hitti á vertshúsi í Havn, men tað spældi ikki so væl av. Svarið, sum tann blaðunga Guðrið fekk, tá ið hon spurdi um autograf, var stutt og greitt: Nei!
Hoyr samrøðuna við Guðrið Hansdóttir, sum um dagarnar spælir konsertir í Keypmannahavn saman við hinum, ið tulka Gasolin.




























