Rokna við 50 milliónum í avlopi

bannari
Rokna við 50 milliónum í avlopi
Avlopið á fíggjarlógini verður sambært uppskotinum um játtanarkarmar, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram í morgun, 50 milliónir krónur
Avlopið á fíggjarlógini verður 50 milliónir krónur í 2017, sambært uppskotinum til játtanarkarmar ið landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram í morgun
 
31.03.2016 - 10:38

Í játtanarkørmunum fyri 2017 er rakstrarúrslitið 330 milliónir krónur. Løgukarmurin verður 280 milliónir krónur. Samlaða úrslitið (RLÚ 1) verður 50 milliónir krónur í 2017.

Tað stendur í uppskotinum um játtanarkarmar fyri 2017, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram á tíðindafundi klokkan 10.

SÍ EISINI Tak niður: Uppskot til játtanarkarmar fyri 2017

- Rakstrarútreiðslurnar hækka 1,8% íroknað lønarframskrivingar. Landsstýrið sýnir við hesum fíggjarpolitiskt varsemi, stendur millum annað í uppskotinum.

Størstu løgurnar hjá landinum fyri játtanarkarmarnar 2017-2021 eru Eystur- og Sandoyartunlarnir, Glasir, Landssjúkrahúsið, Hvalbiartunnilin, Tjóðleikahús, havrannsóknarskip og Talgildu Føroyar.

Harumframt skulu sambært uppskotinum um játtanarkarmar, sum landsstýriskvinnan legði fram, eisini stórar íløgur gerast í bústaðir til lesandi og í bústaðir til lesandi við serligum avbjóðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938