Eingin flogbóltur á Oyggjaleikunum í 2017

Eingin flogbóltur á Oyggjaleikunum í 2017
Føroyskur flogbóltur verður ikki við í Oyggjaleikunum næsta ár. Tað hevur ÍSF fingið at vita frá Flogbóltssambandinum
Føroyskur flogbóltur verður ikki umboðaður í Oyggjaleikunum í Gotlandi næsta ár
 
12.04.2016 - 08:24

Orsøkin er, at Flogbóltssambandið hevur ikki ráð. Og tað hevur Mentanarnevndin hjá Løgtinginum eisini fingið at vita, fyrst munnliga og nú eisini skrivliga, frá Flogbóltssambandinum.

Fyrr vóru pengar í fíggjarlógini markaðir til altjóða kappingar hjá ítróttinum. Men so er ikki í ár. Puljan er ikki longur í fíggjarlógini. Flogbóltssambandið hevði væntað sær minst 200.000 kr. úr puljuni í ár.

Hava gjørt vart við misnøgdina

Svimjisambandið og Hondbóltssambandið hava eisini gjørt Mentanarnevndina varuga við sína misnøgd, nú puljan til altjóða kappingar er strikað í fíggjarlógini.

Í staðin fyri hevur ÍSF sjálvt býtt pengar millum sersambondini at brúka til altjóða kappingar.

Flogbóltssambandið vísir á, at sambært býtislyklinum hjá ÍSF fáa eisini tey sambond, sum lítið ella einki altjóða virksemi hava, pengar til slíkt virksemi. Tá verður minni eftir til sambondini, sum eitt nú skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum.

Mentanarnevndin viðger eitt uppskot

- Henda broytta og óvæntaða fíggjarliga støða, nú annars kærkoma altjóða puljan er tikin av, hevur havt ta avleiðing, at Flogbóltssamband Føroya hevur boðað starvsnevndini hjá ÍSF frá, at vit síggja tað ikki møguligt fíggjarliga at vera við í Oyggjaleikunum 2017.

Tað stendur í brævinum, sum Mentanarnevndin fekk frá Flogbóltssambandinum í gjár.

Mentanarnevndin viðger eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at fáa puljuna til altjóða luttøku hjá ítróttinum aftur í fíggjarlógina. Tað er at marka 1,2 milliónir krónur til altjóða kappingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532