- Tíðindi, mentan og ítróttur
Silvurdrongurin kemur við bønum og illbønum í sermerktum konsertfilmi
11. november verður nýggi konsertfilmurin "Bønir & illbønir" hjá Silvurdrongi frumsýndur í Havnar Bio. Konsertfilmurin verður seinni í vetur vístur á Kringvarpinum.
"Tað er ein dokumentariskur konsertfilmur, sum er upptikin yvir fleiri konsertir," greiðir Trygvi Danielsen, ið er Silvurdrongur, frá.
"Konsertfilmurin tekur útgangsstøði í sjónarmiðunum hjá tveimum ferðafólkum, ið tilvildarliga vóru í Føroyum akkurát tá. Vit sleppa at síggja konsertina og føroyska mentan gjøgnum teirra eygu. Tað letur upp fyri onkrum heilt nýggjum, haldi eg sjálvur."
G!-konsertin var startskotið
Trygvi Danielsen valdi at framleiða konsertfilmin í sambandi við útgávukonsertina fyri fløguna "Bønir", sum hann spældi á G! í ár - og ja, "Bønir" kom bara út sum fløga.
"Vit gjørdu so nógv burtur úr konsertini á G! festivalinum. Hon kravdi so nógva fyrireiking, eitt nú produktiónsvenjingar við ljóðfólki og teknikarum. Tað fekk meg at hugsa, at mann kundi tað sama filma tilgongdina. So hugsaði eg, at mann kundi tað sama havt áskoðarar - men bara nakrar heilt fáar. So fekk eg eitt samstarv við Kringvarpið í lag, og síðani rullaði tann bólturin bara."
Trygvi Danielsen er væl nøgdur við útslitið, sum fólk kunnu síggja í Havnar Bio 11. november.
"Fólk kunnu vænta sær eina stuttliga søgu, eina sjáldsama konsert og heimildarfilmiska dygd, sum eitt framúr kameratoymið hevur megnað at fangað."
Silvurdrongur á G! (Mynd: Alessio Mesiano)
Bara hoyrast online í LEITISSTEIN
Trygvi Danielsen greiddi eisini frá nýggja konsertfilminum "Bønir & illbønir", tá hann var gestur í LEITISSTEIN í sambandi við útgávuna av "Bønir".
"Bønir" liggur ikki á nakrari stroymingtænastu, so hon kann einans hoyrast online í sendingini LEITISSTEIN.
"So er revsingin, at fólk mugu lurta eftir okkara møsni millum sangirnar," segði Trygvi Danielsen skemtandi.
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð

























