Kappingin harðnar

Kappingin harðnar
Eftir áttanda umfar eru bæði havnaliðini jøvn í stigum ovast á talvuni, og seks stig eru millum nummar eitt og seks
Bæði havnaliðini liggja jøvn við 17 stigum ovast á stigatalvuni í Effodeildini
Mynd: KVF  
 
28.04.2016 - 20:22

Landskappingin í fótbólti letur til at gerast sera jøvn og spennandi í ár. Eftir átta dystir eru bert seks stig millum nummar eitt og nummar seks í Effodeildini. Tvey lið hava 17 stig á fremstaplássi, men B36 hevur betri málmun enn HB, og ÍF hevur 11 stig á sætta plássi.

Áttanda umfar

B36 legði seg á odda í Gundadali við máli frá Hørði Askham. Síðani javnaði Øssur Dalbúð fyri HB, og lítla løtu seinni økti Teit Jacobsen til 1-2 til HB. Í seinna hálvleiki kom Høgni Eysturoy á vøllin fyri B36, og hann skoraði tvey skjót mál fyri B36 til endaliga úrslitið 3-2 til B36. 

Í Gøtu vann KÍ 0-2 á Víkingi við tveimum málum frá Jóannes Bjartalíð, meðan AB og Skála spældu javnt 0-0 á Argjum. B68 og ÍF spældu á Svangaskarði, og har vann ÍF 2-1. B68 legði seg odda við máli frá Michal Przbylski. Adishina Lawal javnaði fyri ÍF, og Bogi R. Petersen skoraði seinna málið fyri fuglfirðingar. 

Fimti dysturin hetta umfarið, varð spældur í gjár, og hann endaði við 2-1 sigri til TB á NSÍ.

 

Støðan í Effodeildini, nú øll liðini hava spælt átta dystir:

 

LIÐ              STIG
B36 17
HB 17
Víkingur 15
14
NSÍ 12
ÍF  11
TB 8
Skála 6
AB 5
B68 3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817