- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava vinnuligt samband við USA
Vilja hava vinnuligt samband við USA
Føroyar hava handað USA eitt føroyskt uppskot til rammusáttmála fyri handil.

30.04.2016 - 10:26
Tað hendi í gjár, tá Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, hitti amerikanska sendiharran í Keypmannahavn, Rufus Gifford, at tosa um meira vinnuligt samband landanna millum.
Hann handaði sendiharranum eitt føroyskt uppskot til ein sonevndan TIFA-sáttmála, ið er ein rammusáttmáli fyri at fremja handil og íløgur landanna millum.
Teir báðir umrøddu møguleikar fyri øktum vinnuligum sambandi, eins og ætlaðu vitjanina hjá amerikanska sendiharranum til Føroya á ólavsøku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























